3. fl. Útiskúli 14. sept. 2022 oman á Hvítasand
3. fl. Útiskúli 14. sept. 2022 oman á Hvítasand.
Í dag var fyrsti útiskúlin hjá 3. flokki í hesum skúlaárinum. Vit gingu úr skúlanum oman í Hoydalar. Á vegnum tosaðu vit um sanatoriið, sum var bygt at hýsa fólki, ið høvdu tuberklar. Tuberklar var ein ólekilig sjúka heilt upp í 1950-árini. Vit tosaðu um minkafarmin, sum var har, ið Gróðurstøðin er nú. Í viðarlundini sóu vit fólk frá Gróðurstøðini arbeiða við at tynna út millum trøini. Nýskorni viðarbulurin luktaði sera væl. Vit taldu árringarnar í trænum, og fingu tað til, at tað var um 60 ár.
Vit gingu víðari í góða veðrinum og komu út á Hvítasand, har vit tendraðu bál. Nógv áhugavert var at finna í fjøruni, og har var stuttligt at spæla.
At enda fóru vit til gongu eftir klettunum, til vit komu til tjaldingarplássið og gingu síðani niðan móti Fútalág til bussin. Á vegnum vitjaðu vit Vakstrarhúsið í Hvamminum, sum er við Tórsbyrgi og Boðanesheimið.