Myndir

3.fl Útiskúli 2. februar 2022

Í dag var gott útiskúlaveður. Vit gingu frá skúlanum eftir Løgmannabreyt niðan í Klingruna. Hagani út í Hoyvíkshagan og oman til nýggju rundkoyringina á Hvítanesi. Á vegnum tosaðu høvdu vit landalæru og tosaðu um fjøll, nes og sker. Eisini tóku vit rusk upp úr haganum og tá vit komu oman á vegin løgdu vit tað í eina rúgvu, vónandi verður tað skjótt burturbeint.

Síðani gingu vit runt um tunnilsopið til Eysturoyartunnilin og yvir í Akkersvík. Her løgdu vit til merkis, at ein veðrur fylgdi okkum. So við og við kom hann nærri og nærri og var sera hóttandi. Ikki fyrr enn tað varð geylað og rópt eftir honum steðgaði hann og tá eydnaðist at faa allar næmingarnar fram við honum.

Vit gingu út í hvítasand á Hvítanesi, har vit ótu matpakka og tendraðu bál í fjøruni. Har var mangt spennandi at finna, m.a. bein og skeljar. Á miðdegi byrjaði at regna illa og vit fóru til gongu niðan móti busssteðgistaðnum. Vit koyrdu so aftur í skúlan, har vit vóru um eitt tíðina. Eitt sindur vát og móð men í góðum hýri.