Myndir

3. fl. útiskúla 17. november

Eftir at tað hevði regnað í fleiri dagar, var sól henda mikudagin, stilt og gott veður. Vit fóru við 1'aranum oman í Steinatún og tóku 2'arin, sum koyrir út í Norðasta Horn. Á krossinum við Velbastaðarvegin fóru vit av og gingu oman móti Sandá, fóru um brúnna til Müllersgarð. Hagini var góð gøta at ganga fram við ánni, friðarligt og eingir bilar.

At enda komu vit oman til gamla spinnaríið, har ætlanir eru um at nýggj kirkja skal verða bygd. Har settu vit okkum at lurta í 1 minutt og tað, sum næmingarnir hoyrdu var brúsið frá ánni, vindur, bilar, tyrla og skav av grúsi.

Síðani fóru vit oman í Sandágerð, har matpakkin varð etin og bálið varð tendrað. Á veg heim aftur tóku vit 1'aran við Landssjúkrahúsið og hann koyrdi beint í skúlan