SvL- samfelagið

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 03.11.2015

Tíðindabólkar: Tíðindi

 

Ein sera áhugaverd og forkunnug evnisvika - har næmingar læra, hvussu tað er at vaksin og tjena (og brúka) sínar egnu pengar.

Endamálið er, at næmingarnir skilja, hvussu eitt samfelag hongur saman. Í síðstu viku søktu næmingarnir um starv. Lærararnir høvdu gjørt lýsingar til ymisku arbeiðsplássini. Næmingarnir skuldu í umsóknini greiða frá, hví júst teir vóru rættu persónarnir at starvast í eitt nú bankanum, og hvørjar sterkar síður teir høvdu. Lærararnir skuldu síðani velja út, hvørjir næmingar sluppu at starvast hjá teimum, og fríggjadagin fingu næmingarnir at vita, hvar teir fingu starv. Og júst sum í veruliga samfelagnum, kemur tað fyri, at næmingar ikki trívast og tí siga upp. Og tá fer mann sjálvandi í ALS, sum hjálpir næminginum í nýtt starv.

Men hvat kunnu næmingarnir so arbeiða við? Her eru vælverustova, kaféir, møguleiki at røkja ponyhestar, tú kanst vera lærari, arbeiða í listaverkstaði, í Kringvarpinum og gera film - ja snøgt sagt alt tað, sum hoyrir einum vanligum samfelag til. Hvønn dag fara næmingarnir í bankan eftir pengum. Teir fáa 200 SVL krónur (SVL stendur sjálvandi fyri Skúlin við Løgmannabreyt), og hevur mann ikki verið til arbeiðis, ja so fær mann ongar pengar. Peningin brúkar mann, tá mann skal til frisør, keypa sær list, fara í biograf, ein túr á hestbaki ella í heita pottin. Ein vælverustovu uttan hitapott, er eingin verulig vælverustova, so tí hava vit sjálvandi eisini hitapottar...

Her er nógv at brúka pengarnar til, og næmingarnir hugna sær óført – tað gera lærararnir eisini – sum eisini fáa 200 SVL krónur um dagin.

Vit vóna, at foreldur leggja sær leiðina inn at hyggja eftir SVL samfelagnum. Vit royna eisini at leggja myndir út á heimasíðuna.

SvL samfelagið í myndum