Mikudagin varð farið til Kvívíkar eftir einum fýramannafari. Ætlanin er, at báturin skal standa í námsfrøðiliga deplinum. Endamálið er at kasta ljós á føroyska bátin, sum í gjøgnum tíðirnar hevur havt sera stóran týdning fyri okkum føroyingar. Umframt siðsøguliga íkastið, fer báturin eisini at fáa leiklut sum eitt møbilstykki, sum næmingar kunnu sita í, t.d. lesa, hava bólkaarbeiði ella bara at práta.
Lærarar saman við næmingum í nøkrum flokkum vóru eftir bátinum og næsta stig verður at seta hann í stand. Bátin smíðaði Marius í Funningi í 1932 til Jens Nikláa Petersen í Kvívík, sum brúkti bátin í næstan 60 ár. Síðani 1990 hevur báturin staðið í einum neysti.